Verjan hevði nógv betri hagtøl í Keypmannahavn

Hagtøl: Føroyar betraðu seg nógv leygardagin

Nú tá ið dystirnir hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti ímóti Ukraina eru lagdir afturum, er tíð hjá liðnum at líta aftur á hvat riggaði og ikki.

Tað er eyðsæð, at føroyska avrikið í Keypmannahavn var betri enn í Kiev, og hetta sæst eisini aftur á hagtølunum.

Í fyrra dystinum í Kiev fingu Føroyar mál í 45 prosentum av sínum álopum.

Í seinna dystinum í Keypmannahavn var talið 51 prosent.

Hyggja vit eftir mótstøðuliðnum, so var effektiviteturin hjá Ukraina heili 75 prosent í Kiev.

Í Keypmannahavn fór hetta talið heilt niður á 56 prosent.

Í dystinum í Keypmannahavn eru tølini eitt sindur meira fullfíggjaði. Her sæst at føroysku málverjarnir bjargaðu 37 prosent av ukrainsku royndunum, meðan ukrainski málverjin bjargaði 42 prosentum av føroysku royndunum.

Málverjuhagtølini vóru ikki dagførd í Kiev.

 

Til samanberingar kann eisini hyggjast eftir javnleikinum ímóti Montenegro í heyst.

Her eru Føroyar skrásettar fyri 57 prosent av effektiviteti í álopinum, meðan Montenegro hevði 55 prosent.

Málverjuprosentini hjá Føroyum vóru tá 35 prosent, meðan tey vóru 31 prosent hjá Montenegro.