Verjuprofilur leingir við B36

Sáttmálin er nú galdandi til og við 2020.

 

Erling Dávidsson Jacobsen heldur fram í B36. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá í kvøld. Sáttmálin er nú galdandi til og við kappingarárið 2020.

- Tað fegnast vit sjálvandi stórliga um. Erling var ikki tað nógva á vøllinum í fjør, tá hann fekk sær siglingartíð, men í ár hevur hann frá fyrsta degi víst seg sum sannan fong, skrivar B36-heimasíðan.

29 ára gamli Erling Dávidsson Jacobsen kom til B36 frá Víkingi undan hesum kappingarárinum. Hann hevur verið darvaður av skaða, og higartil er tað blivið til 10 dystir í hvítu troyggjuni.