Verjurnar eru púra tættar

Felags fyri B36 og AB er, at einki mál fór ígjøgnum hjá teimum í fyrsta umfari

Tað er sera gott lag í B36 leguni. Í dag fær árstalsfelagið vitjan av AB. Næstsíðsta leygardag tóktist uppgávan vera hópin torførari, men tað eydnaðist at vinna 2-0 í Klaksvík.

AB fyrireikar seg til seinnapartin at fara í Gundadal. Silas Eyðsteinsson er nýggjur málverji. Í fyrsta umfari eydnaðist tað honum og AB at halda tætt soleiðis at skilja, at einki mál fór ígjøgnum. Tað endaði 0-0, tá ið Víkingur var gestur á Argjum.

-Um tú skal røkka góðum úrslitum, so er fyrsta treytin, at einki mál fer ígjøgnum, so tann partin eru vit nøgdir við. Hugburðurin var góður, men vit megnaðu ikki at skora, tá ið vit høvdu fínan møguleika. Vit skulu ansa eftir, at vit ikki detta ov langt aftur í verjuspælinum, um vit gera tað og halda tætt í verjuni, so sær tað gott út, sigur nýggi AB venjarin Símun Samuelsen.

Uppgávan hjá B36 venjaranum er at fáa sínar menn niður aftur á jørðina eftir framúr úrslitið í Klaksvík næstsíðsta leygardag, tá ið B36 vann 2-0.

-Liðið vísti fínan hugburð, og spælararnir arbeiddu ógvuliga væl og nógv. Tað er fyrsta treytin, um vit skulu røkka málunum, og tað rokni eg við, at teir eisini fara at gera ídag, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

Hjá AB eru Filip í Liða og Jón Krosslá Poulsen skaddir. Jákup Pauli Breckmann er tøkur aftur eftir leikbann, og loyvini hjá hollendinginum Jasper van der Heyden eru komin upp á pláss.

Hjá B36 er Hugin Samuelsen framvegis skaddur.