Verjuspælari longt sáttmálan við KÍ

KÍ hevur longt við enn ein lyklaspælara í verjuni

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jesper Brinck (ovast í trunkanum) fegnast um mál hjá KÍ

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jesper Brinck (ovast í trunkanum) fegnast um mál hjá KÍ

Í gjár boðaði KÍ frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála fyri kappingarárið 2021 við danska miðverjan, Jesper Brinck. KÍ hevur nú sáttmála við Heina Vatnsdal, Odmar Færø og Deni Pavlovic fyri komandi kappingarár.

- Jesper Brinck kom til KÍ undan FM kappingarárinum í 2019, og hevur verið fastur fúsur síðan. Danin kom úr Brabrand, sum spælir í donsku 2. division, har hann var liðformaður. Jesper Brinck er miðverji, men hevur í seinastuni spælt á vinstra bakki, har hann hevur tikið ábyrgd og gjørt tað væl. Jesper hevur longt sáttmálan, soleiðis at hann nú eisini er galdandi fyri kappingarárið 2021. Hann hevur fram til nú spælt 55 dystir fyri KÍ, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

KÍ skal hóskvøldið spæla móti írska Dundalk í Europa League. Vinnarin kemur í bólkaspælið í Europa League og fær áleið 22 milliónir krónur við á ferðini.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jesper Brinck (ovast í trunkanum) fegnast um mál hjá KÍ