Vertirnir flongdu allar gestirnar

6-mannafør menn: Hvessingur var so nógv fremstur á sundalagsstevnu

Hvessingur var vertur í Hvalvík og Streymnesi, har tey í dag halda sundalagsstevnu.

Seks gestir bjóðaðu seg fram í 6-mannaførum at kappast við Hvessing, men tað var einki gestablídni at hóma úti á kappróðrarøkinum.

Hvessingur leyp avstað, og Hvessingur smurdi allar hinar av. Talan var um mest sannførandi sigurin higartil í dag, Hvessingur var fram ímóti fýra bátslongdum undan avbjóðarunum, um tað ber til at tosa um avbjóðarar.

Gongurólvur var eins og á norðoyastevnu næstfremstur. Merkisvert var tað, at Strálan á Strondum vann bronsuplássið. Á norðoyastevnu var Strálan nummar seks.

Á norðoyastevnu var Herningur nummar trý, og í dag var Herningur nummar fýra.

 

1 Hvessingur 5.19.33

2 Gongurólvur 5.27.32

3 Strálan 5.28.39

4 Herningur

5 Riddarin

6 Jarnbardur

7 Lómur