Eftir dystirnar í áttanda umfari, eru vestmenningar heili átta stig undan fremsta kappingarneytanum. Teoretiskt kunnu kollfirðingar fáa vestmenningar aftur, men so skulu vestmenningar einki stig fáa aftrat, og kollfirðingar vinna báðar dystirnar 4-0, sum eftir eru. Øll vita, at tað fer ikki at henda.
Vestmenningar vunnu knúsandi 3½-½ útisigur á næstbesta liðnum hjá Sandavágs Talvfelag. Á vestmannaliðnum telvaðu Samson Højgaard, Jákup á Rógvi Andreasen, John Jacobsen og Alfred Olsen.
2. deild (8. umfar):
Sandavágur - Vestmanna ½-3½
Havnin - Kollafjørður ½-3½
Klaksvík - Runavík 2½-1½
Støðan í 2. deild:
1. Vestmanna 25 ½
2. Kollafjørður 17½
3. Klaksvík 16
4. Sandavágur 14½
5. Havnin 13½
6. Runavík 9
Hinar deildirnar
Í 3. deild stendur kappingin millum sundalagsmenn, kollfirðingar og toftamenn. Hesir eru fremst av teimum seks liðunum í A-flokkinum í 3. deild.
Á odda er Rókur, sum hevur heimstað á Oyri, men tað eru hvalvíkingar og hósvíkingar, sum manna A-liðið hjá felagnum. Her finna vit Finnbjørn Zachariassen og Gunnar Joensen, sum í síni tíð umboðaðu felagið Streym í Hvalvík/Streymnesi, sum eitt árið vann FM. Hinir eru Sámal Christiansen og Kim Durhuus, sum telvaðu við Hósvík í síni tíð - Sámal var okkurt árið á besta liðnum hjá Havnar Telvingarfelag, sum var hansara barndómsfelag.
Hini seks liðini í 3. deild kappast fyri seg í einum B-flokki.
Í unglingadeildini er nú greitt, at Havnar Telvingarfelag hevur vunnið. Havnardreingir vunnu í vikuni avgerandi toppdystin móti Klaksvíkar Talvfelag. Eitt umfar er eftir, men ruddiligi 4-0 sigurin vissaði liðnum hjá Havnar Telvingarfelag FM-heitið. Teir fýra, sum vunnu í toppdystinum, vóru Elias Petersen, Brestir Samuelsen, Petur Magnussen og Janus Ferjá.
Hetta er fyrsta FM-kappingin í unglingadeildini fyri lið síðani 2012.