Vestmannakvinnur lótu ongantíð Kyndil fara avstað (FM1)

(FM1) Hoyr Agnas Olsen hjá VÍF og Báru K. Hansen hjá Kyndli seta orð á 29-27, og samlaða 53-46 sigurin hjá VÍF á Kyndli

Á níggjunda sinni eru kvinnurnar hjá VÍF í steypafinaluni

Á níggjunda sinni eru kvinnurnar hjá VÍF í steypafinaluni

##med2##

Á níggjunda sinni í søguni, og á níggjunda sinni síðani 1999 er VÍF annað liðið í steypafinaluni hjá kvinnum. Vestmannakvinnur hava higartil vunnið fýra og hava tapt fýra steypafinalur, og fáa nú møguleikan at vinna tað fimtu finaluna. Mótstøðuliðið verður H71, ið skrivaði søgu við at vinna ein samlaðan 46-38 sigur á Neistanum.

Í kvøld vann VÍF 29-27 á Kyndli í seinnu hálvfinaluni í høllini í Vestmanna. Í steðginum var VÍF á odda 14-12. VÍF var á odda 24-19 frá fyrra dystinum, og Kyndil slapp ongantíð avstað í royndina at hála inn á samlaða málmunin.

Durita C. Jojic skoraði níggju mál fyri VÍF. Lise Marie Evensen, Heidi Maria Akselsen, Ró Nielsen og Agnas Olsen skoraðu allar fýra mál fyri VÍF.

Bára K. Hansen skoraði átta mál, og gjørdist toppskjútti hjá Kyndli. Súna K. Hansen skoraði fimm mál fyri Kyndil.

Aftaná dystin fekk reportarin hjá FM1, Tróndur Arge orðið á Agnas Olsen hjá VÍF og Báru K. Hansen hjá Kyndli.

Agnas Olsen staðfestir, at tað var gott at hava ein mun uppá fimm mál við sær til Vestmanna, og tey fimm málini komu væl við tær løturnar tá á stóð.

Bára K. Hansen heldur, at Kyndil hevði møguleikarnar til at vinna ein nóg stóran sigur, men tær tóku bara ikki av møguleikunum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar. 

##ms##

 

 

 

Á níggjunda sinni eru kvinnurnar hjá VÍF í steypafinaluni

(Samrøður: Agnas Olsen og Bára K. Hansen)