Vestmenningar hava eina tveymálsleiðslu í viðførinum sunnudagin (FM1)

(FM1) Hoyr Hjalta Mohr Jacobsen hjá Kyndli og Sjúrð Olsen hjá VÍF seta orð á 29-27 (15-15) sigurin hjá VÍF á Kyndli

Í kvøld skoraði Filip Jojic 10 mál fyri VÍF, ið vann 29-27 á Kyndli í tí fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini

Í kvøld skoraði Filip Jojic 10 mál fyri VÍF, ið vann 29-27 á Kyndli í tí fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini

##med2##

Eisini í hálvfinaluni millum VÍF og Kyndil er framhaldandi spenningur til seinnu hálvfinaluna. 

VÍF vann við tveimum málum 29-27 á Kyndli í Vestmanna í kvøld. Í steðginum var javnleikur 15-15.

Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við 10 málum. Andrias Eriksen skoraði fimm mál fyri VÍF.

Hjalti Mohr Jacobsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við seks málum. Tummas Pauli Hanusarson skoraði fýra mál fyri Kyndil.

Returdysturin verður í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin klokkan 16. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Trónd Arge siga frá allarseinastu løtuni av dystinum.

2) Hoyr tað sum Hjalti Mohr Jacobsen, toppskjútti hjá Kyndli segði við Trónd Arge aftaná dystin. Hjalti iðrar seg um, at teir ikki fingu minkað enn meir um munin. Hjalti hevur góðar vónir um, at Kyndil kann fáa seinnu uppgerðina at koppa rættan veg.

3) Hoyr eisini samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sjúrð Olsen, ið skoraði trý mál í kvøld. VÍF hevur ikki eina stóra leiðslu við sær til Havnar, men í einari tættari og javnari uppgerð ger alt mun. 

Í kvøld skoraði Filip Jojic 10 mál fyri VÍF, ið vann 29-27 á Kyndli í tí fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini

(Samrøður: Hjalti Mohr Jacobsen og Sjúrður Olsen)