Veturanurin gjørdi bart

Hans Pauli Poulsen vann bæði annan og fyrsta flokk í tvíspor í gjár.

Mynd: Brandur í Dali

Mynd: Brandur í Dali

Í gjár var ríðikapping í Vágum, har kappast var innan tvíspor, skeið, trágongu og tøltkapping. Sambært heimasíðuni hjá Ríðisambandinum var tað serliga stórur spenningur um kappingina í tvíspor fyri vaksin, har trý ross vóru jøvn í stigum.

- Tvíspor fyrsti flokkur man sjáldan hava verið so javnur sum í gjár, trý ross vóru við og tað var bara 14 hundraðpartar av einum sekundi frá nummar eitt til nummar trý, skriva tey á síni heimasíðu.

Breytin í Vágum loyvir bert tveimum rossum at ríða í senn, og tískil varð tvíspor avgreidd í tveimum. Fyrst vóru tað Regin Johannesen og Anna Magnussen, sum riðu, og fylgdust nærum allan vegin til málstrikuna, men Anna og rossið hjá henni, Freyr vunnu við tveimum hundraðpørtum av einum sekundi, tá avtornaði. Tvíspor annan flokk vann Hans Pauli Poulsen eisini, tá við rossinum, Tindur.

Síðani skuldi veteranurin og føroyameistarin frá í fjør, Hans Pauli Poulsen, royna seg. Hann og rossið, Svanna, vóru einans 12 hundraðpartar av einum sekundi skjótari enn Anna og Freyr, og liggja sostatt á odda í FM stríðnum.

Í skeið vóru tað Brandur í Dali og Sina, sum vunnu, meðan Regin Johannessen og Brynjar vunnu tøltkappingina, og Kristfríð D. Jacobsen á bakinum hjá Grettum vann trágonguna.

Kappingina fyri ung í tvíspor vann Ása Bárðadóttir við rossinum Sílfa, sum enntá báðar áttu bestu tíð av øllum hendan dagin.

Mynd: Brandur í Dali