VFF: Jákup á Borg er ársins venjari 2019

Mynd: (Venjarafelagið) Formaðurin í VFF, Frankie Jensen (t.v) handar steypið til Jákup á Borg, venjara hjá B36. Steypið er gjørt á Føroya Grótvirki

Mynd: (Venjarafelagið) Formaðurin í VFF, Frankie Jensen (t.v) handar steypið til Jákup á Borg, venjara hjá B36. Steypið er gjørt á Føroya Grótvirki

Venjarafelag Føroya, stytt VFF, hevur síðan 2011 heiðra ársins venjara. Tað er limir í VFF, sum atkvøða. Av hesum atkvøðum fekk Jákup á Borg, venjari hjá B36, 50 prosent, meðan Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, fekk 30 prosent.

Tað vísir seg ofta, at FM vinnarin verður ársins venjari. Tó er tað ikki altíð soleiðis, tí bæði í 2012 og 2013 var tað venjarin sum fekk silvur, ið bleiv valdur sum ársins venjari.

Í ár hevur VFF valt at hava atkvøðugreiðslu innan kappingin er avgjørd. Hetta fyri at seinasti dystur ikki skal gerast avgerandi fyri hvør verður valdur sum ársins venjari, men at tað heldur er ein heildarmeting fyri árið.

Ársins venjarar síðan 2011

2011: John Petersen & Mikkjal Thomassen

2012: Flemming Christensen

2013: Albert Ellefsen

2014: Sámal Erik Hentze

2015: Eyðun Klakstein

2016: Sámal Erik Hentze

2017: Sámal Erik Hentze

2018: Heimir Guðjónsson

2019: Jákup á Borg

Mynd: (Venjarafelagið) Formaðurin í VFF, Frankie Jensen (t.v) handar steypið til Jákup á Borg, venjara hjá B36. Steypið er gjørt á Føroya Grótvirki