VIDEO: 10 ár síðani Føroyar vunnu á Litava

(Video og FM1) Síggj hæddarpunktini frá Føroyar-Litava 2-1 9. september í 2009 á Svangaskarði, og hoyr samrøður frá FM1

Í dag eru liðin júst 10 ár síðani Føroyar vunnu á Litava

Í dag eru liðin júst 10 ár síðani Føroyar vunnu á Litava

Í dag eru liðin júst 10 ár síðani Føroyar vunnu 2-1 á Litava á Svangaskarði á Toftum í einum HM-undankappingardysti. Øll málini komu í fyrra hálvleiki.

Súni Olsen legði Føroyar á odda við einum flottum frísparki tá eitt korter var farið av dystinum. Átta minuttir seinni javnaði Litava til 1-1. Tá 35 minuttir vóru farnir skoraði Arnbjørn Hansen sigursmálið.

Talan var tá um fyrsta føroyska landsliðssigurin síðani 2001, tá Føroyar á Svangaskarði á Toftum vunnu 1-0 á Luksemborg. Talan var eisini um fyrsta sigurin hjá Brian Kerr, ið tá var føroyskur landsliðsvenjari. Árið fyri fekk Brian Kerr saman við føroyska landsliðnum javnleik 1-1 móti Norðurírlandi, eisini á Svangaskarði..

Føroyska hópurin hendan dagin: (Kelda: Faroesoccer)

Nr.
Føroyar - Leikarar
Felag
1
2
NSÍ
3
NSÍ
4
Víkingur
5
ÍF
6
NSÍ
7
B36
8
Keflavík
9
Víkingur
10
Silkeborg IF
11
EB/Streymur
16
Wrexham FC
12
 Andreas Olsen  69'
Víkingur
13
EB/Streymur
14
Hvidovre
15
HB
17
 Brian Olsen  89'
EB/Streymur
18
B68

 

HER  ber til at hoyra frá gamla Rás2 frá dystinum í HM-undankappingini 9. september 2009 á Svangaskarði á Toftum. Hoyr: 1) Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá málunum og dystarendanum, Jákup Mørk, táverandi ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum var viðmerkjari. 2) Samrøður Eirikur í Jákupsstovu, táverandi reportari gjørdi við Jens Martin Knudsen, Jákup Mikkelsen, Arnbjørn Hansen, Jákup á Borg og venjaran, Brian Kerr.

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá sjónvarpinum hjá KVF. Frásøgumaður var Tórður Mikkelsen:

##med2##

 

 

Í dag eru liðin júst 10 ár síðani Føroyar vunnu á Litava

Qualifiers 2010 Faroe Islands - Lithuania (Faroese Commentary)