VIDEO: 20 ár síðani Christian Høgni og Kurt søktu Luksemborg

(Video) Í dag eru 20 ár síðani góða 2-0 sigurin hjá Føroyum í HM-undankappingardysti niðri í Luksemborg

Christian Høgni Jacobsen legði Føroyar á odda 1-0 (Savnsmynd)

Christian Høgni Jacobsen legði Føroyar á odda 1-0 (Savnsmynd)

Í dag 24. mars eru liðin 20 ár síðani føroyska A-landsliðið við Allani Simonsen sum landsliðsvenjara vann 2-0 á Luksemborg í einum HM-undankappingardysti á útivølli.

Luksemborg-Føroyar 0-2 (0-0) - á Josy Barthel leikvøllinum í Luksemborg býi:

0-1: Christian Høgni Jacobsen 75

0-2: Kurt Mørkøre 81

Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre skutu málini innanfyri seks minuttir seint í seinna hálvleiki.

Føroyar megnaðu eisini javnleik 0-0 móti Slovenia og 1-0 sigur á Luksemborg á heimavølli á Svangaskarði í hesari undankappingini. Úrtøkan, sjey stig var met tá. Tað metið var sligið í HM-undankappingini til HM-endaspælið í 2018. Tá fingu Føroyar níggju stig.

Føroyska liðið (Kelda: FaroeSoccer) :

 

Nr.
Føroyar - Leikarar
Felag
1
Herfølge
2
Hvidovre
3
OB
4
B36
5
B68
6
B68
7
B68
8
Sogndal
9
Sogndal
10
 Todi Jónsson  21'
FC København
11
B36
16
 Jens Martin Knudsen (M) (Eykamálverji)
NSÍ
12
 Jóhannis Joensen (Kom ikki inn)
HB
13
 Súni Olsen  85'
FC Zwolle
14
 Sámal Joensen (Kom ikki inn)
15
HB
17
NSÍ
Venjari
Hjálparvenjari

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini, ið YouTube rásin "Farerets" hevur lagt út. Upptøkurnar eru frá luksemborgskum sjónvarpi. Frásøgnin er á letsenbergiskum máli: 

##med2##

 

 

Christian Høgni Jacobsen legði Føroyar á odda 1-0 (Savnsmynd)

Hæddarpunkt: Luksemborg-Føroyar 0-2 (0-0) - 24. mars í 2001