VIDEO: 25 ár síðani Todi skoraði hattrick móti San Marino

(Video) Einasta føroyska hattrickið í einum UEFA ella FIFA kappingardysti varð skotið fyri júst fjórðingsøld síðani

Her sæst Todi Jónsson í heimadystinum móti San Marino á Svangaskarði á Toftum 25. mai í 1995

Her sæst Todi Jónsson í heimadystinum móti San Marino á Svangaskarði á Toftum 25. mai í 1995

Í dag eru liðin júst fjórðingsøld síðani Føroyar spældu sín higartil seinasta landsdyst móti San Marino.

Føroyar og San Marino vóru í sama EM-undankappingarbólki tá liðini møttust heima og úti í 1995.

25. mai vunnu Føroyar 3-0 á San Marino á Svangaskarði á Toftum. Tá var talan um fyrsta undankappingarsigur í næstan fimm ár. Jens Kristian Hansen legði B36 á odda longu í sjeynda minutti, og tveir minuttir seinni økti Jens Erik Rasmussen til 2-0. Í 62. minutti staðfesti Julian S. Johnsson sigurin, tá hann skoraði til 3-0.

Í útidystinum í Sarravelle í San Marino fyri júst 25 árum síðani, 11. oktober í 1995 varð Todi Jónsson tann stóri munurin á liðunum. Todi skoraði hattrick, og er talan um higartil einasta føroyska hattrickið í einum UEFA ella FIFA-kappingardysti.

Todi legði Føroyar á odda 1-0 tá 40 minuttir vóru farnir, og beint undan steðginum økti hann til 2-0. Mauro Valentini minkaði um munin til 1-2 tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá 62 minuttir vóru farnir staðfesti Todi sigurin við at fullføra eitt hattrick við einari sera flottari "Paul Gascoigne"-fintu áðrenn hann hamraði bóltin í málið til 3-1.

Allan Simonsen varð okkara landsliðsvenjari tá, og dugdi Allan væl at fáa fullan pott móti okkara javnlíkum. Umframt tveir undankappingarsigrar móti San Marino fekk Allan við Føroyum eisini tveir undankappingarsigrar móti Malta og Luksemborg.

HER ber til at síggja innslagið Tórun Ellingsgaard, ið tá starvaðist í Sjónvarp Føroya gjørdi um dystin í Sarravelle, ið var leiktur fyri júst 25 árum síðani. Tað er YouTube-rásin, Farerets sum hevur lagt nógvar minniligar føroyskar fótbóltsløtur út, ið eisini hevur lagt hetta brotið út á YouTube:

##med2##

Nr.
Føroyar - Leikarar (KELDA: FaroeSoccer.com)
Felag
1
2
HB
3
B36
4
5
6
7
8
 Øssur Hansen  83'
B68
9
Sumba/VB
10
 Todi Jónsson  76'
Lyngby
11
Skansin
16
12
13
 John Petersen  76'
14
HB
15
TB

 

Kelda: FaroeSoccer 

 

 

Her sæst Todi Jónsson í heimadystinum móti San Marino á Svangaskarði á Toftum 25. mai í 1995

Innslagið Tórun Ellingsgaard gjørdi um San Marino-Føroyar 1-3 (0-2) fyri SVF. Dysturin varð spældur 11. oktober í 1995