VIDEO: 3. deildarlið sendi Real Madrid úr steypakappingini

(Video) Spanska 3. deildarliðið. Alcoyano syrgdi fyri aldarinnar sponsku steypasensasjón við at senda Real Madrid úr steypakappingini

Spanska 3. deildarliðið, Alcoyano framdi aldarinnar steypasensasjón tá teir í kvøld sendu Real Madrid úr sponsku steypakappingini

Spanska 3. deildarliðið, Alcoyano framdi aldarinnar steypasensasjón tá teir í kvøld sendu Real Madrid úr sponsku steypakappingini

Í farnu viku var tað mett sum ein risastór sensasjón, tá 2. deildarliðið, UE Cornella sendi Atletico Madrid úr sponsku steypakappingini við einum rimmar 1-0 sigri.

Men tann sensasjónin er komin í skuggan av einari enn størri spanskari steypasensasjón.

Í kvøld sendi 3. deildarliðið Alcoyano spanska og evropeiska fótbóltsrisan, Real Madrid úr sponsku steypakappingini.

Real Madrid byrjaði við fleiri eykaleikarum, og leingi sá tað út til, at hesir fóru at greiða sín setning.

Beint undan steðginum legði Eder Militao Real Madrid á odda 1-0, og eftir hetta var Real Madrid leingi á sigurskós, men tá 80 minuttir vóru farnir javnaði Jose Solbes fyri heimaliðið, og so vóru liðini noydd at leika longda leiktíð.

Fimm minuttir áðrenn dúkað var til brotssparkskapping skoraði Juanan Casanova sigursmálið fyri Alcoyano, og fimm minuttir seinni fegnaðust Alcoyano-spælararnir sum teir valla nakrantíð hava gjørt áður. Teir høvdu framt størstu sponsku steypasensasjónina í hesari øldini.

HER ber til at síggja málini sum komu í hesum ótrúliga steypasigrinum: 

 ##med2##

Spanska 3. deildarliðið, Alcoyano framdi aldarinnar steypasensasjón tá teir í kvøld sendu Real Madrid úr sponsku steypakappingini

Málini: Alcoyano-Real Madrid 2-1 (1-1 - 0-1)