Video: 49 mál í 1. umfar

FSF Varpið: Her eru øll málini í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið

Farna mikudag varð 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið spælt. Tilsamans vórðu 49 mál skoraði í teimum átta dystunum, og 48 av teimum kunnu síggjast í FSF Varpinum.

Tað var háspenningur í luftini, tá 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið varð spælt farna mikudag. Í tveimum førum mátti avgerast við brotssparkskapping, og í báðum føri var tað útiliðið, ið fór avstað við sigrinum.

Tilsamans blivu 49 mál skoraði í teimum átta dystunum, og 48 av teimum kunnu nú síggjast í FSF Varpinum. Tíverri vóru tekniskir trupulleikar Inni í Dal á Sandi júst tá B36 gjørdi sætta málið ímóti sandoyingum.

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður í 3-2 í sjónvarpinum komandi týsdag. Liðini, sum tá verða í glaskúluni, eru HB, Víkingur, NSÍ, Skála, 07 Vestur, B36, TB og AB.

##med2##

FSF Varpið: Málini í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið 2020