Video: Áki skaddur - Allan fær høllina at kóka

Sí sjónbrot av bestu løtunum frá sigrinum hjá Allani Norðberg, Áka Egilsnes og KA sunnudagin - Og síggj Áka verða óhepnan við skaða

(Mynd: Egil Bjarni Fríðjonsson - ka.is) Allan Norðberg hevur júst skotið seinasta málið í dystinum. Á bonkinum stórfegnast Áki Egilsnes hóast skaða - sí sjónbrot niðast í greinini

(Mynd: Egil Bjarni Fríðjonsson - ka.is) Allan Norðberg hevur júst skotið seinasta málið í dystinum. Á bonkinum stórfegnast Áki Egilsnes hóast skaða - sí sjónbrot niðast í greinini

Teir báðir føroyingarnir í fremstu íslendsku hondbóltsdeildini fingu ein sera kærkomnan sigur ímóti FH sunnudagin.

Sí eisini:

Allan og Áki vunnu endiliga á heimavølli

Sigurin var eisini sera kærkomin fyri fjepparar, og nú tveir dagar eftir sigurin, minnist KA-fjepparin, Ágúst Stéfansson, aftur á sigurin við hugtakandi sjónbrotið, ið vísir størstu løturnar frá sigrinum.

Har sæst eisini hvussu Áki Egilsnes er óheppin og tykist fáa ein knæskaða.

Vestmenningurin við grótharða vinstra arminum sigur við in.fo í morgun, at har er okkurt áfatt í knænum, men tað ber ikki til at siga hvussu støðan er fyrr enn hann er skannaður í morgin ella ovurmorgin. Hann verður tí ikki við, tá ið KA bjóðar Vali av í Reykjavík í annaðkvøld.

Í sjónbrotinum er kortini eisini okkurt at fegnast um við føroyskum eygum, tí har sæst høllin fara heilt upp a kók, tá ið Allan Norðberg slær sigurin fastan stutt fyri leiklok - og føroyingarnir kunnu fegnast við fjepparunum.

##med2##

(Mynd: Egil Bjarni Fríðjonsson - ka.is) Allan Norðberg hevur júst skotið seinasta málið í dystinum. Á bonkinum stórfegnast Áki Egilsnes hóast skaða - sí sjónbrot niðast í greinini

KA - FH 31-27 (10. nóv. 2019) svipmyndaklippa