VIDEO: Are og Sandnes eru framvegis ósigraðir

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Lillestrøm 1-1 (0-0)

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF er framvegis ósigraðir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini (Mynd: Aftenposten)

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF er framvegis ósigraðir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini (Mynd: Aftenposten)

Ari Mohr Jónsson var við frá byrjan tá lið hansara, Sandnes ULF í heimadysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini tók ímóti Lillestrøm, ið er ein av favorittunum til at flyta upp í bestu fótbóltsdeildina.

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir stríddu seg til ein góðan 1-1 javnleik, har tað serliga stóð á gomlum nøglum seinastu løtuna av dystinum, tá Lillestrøm kom til góðar málmøguleikar.

Sandnes Ulf - Lillestrøm 1-1 (0-0)

1-0 Kent Håvard Eriksen (61.)

1-1 Simen Kind Mikalsen (71.)

Sandnes ULF eru framvegis ósigraðir, og Sandnes hevur fimm stig fyri tríggjar dystir. Fýra stig eru upp til Ranheim og Tromsø, ið hava níggju stig hvør. Lillestrøm hevur sjey stig á triðja plássi.

Komandi mánakvøld spælir Sandnes ULF á útivølli móti Sogndal, ið liggur á fjórða plássi við seks stigum.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Sandnes ULF og Lillestrøm:

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF er framvegis ósigraðir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini (Mynd: Aftenposten)