VIDEO: Ari legði upp til sigursmálið hjá Sandnes

(Video) Síggj hvussu Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu týðandi heimasigur á Ranheim

Ari Mohr Jónsson legði upp til sigursmálið tá Sandnes ULF vann týðandi 2-1 heimasigur á Ranheim

Ari Mohr Jónsson legði upp til sigursmálið tá Sandnes ULF vann týðandi 2-1 heimasigur á Ranheim

Farna fríggjadag fingu Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF bank í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Tá taptu teir stórt 0-4 móti Strømmen á útivølli.

Í kvøld reisti Sandnes ULF seg við einum týðandi 2-1 heimasigri á Ranheim. Sigurin ber við sær, at Sandnes er bert eitt stig frá øðrum plássinum sum gevur beinleiðis uppflyting til bestu norsku fótbóltsdeildina. 

Magnus Retsius Grødem javnaði fyri Sandnes tá 39 minuttir vóru farnir av dystinum við einum sera vøkrum skoti við góðari skrúvu á. Tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum javnaði Ranheim uppá beinleiðis hornaspark. Spælararnir hjá Sandnes meintu, at liðskiparin, Espen Hammer Berger var hálaður niður, og tí skuldi fríspark verið dømt til Sandnes í støðuni.

Tá fimm minuttir vóru eftir legði Ari Mohr Jónsson upp til Kent Eriksen, sum at enda fekk bóltin innum málstrikuna hjá Ranheim. 

Komandi mánadag spælir Sandnes á útivølli móti Tromsø, ið hevur fult stigatal, 21 stig fyri sjey dystir. Ranheim hevur 15 stig og Sandnes hevur 14 stig. 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá sigrinum hjá Sandnes á Ranheim:

Ari Mohr Jónsson legði upp til sigursmálið tá Sandnes ULF vann týðandi 2-1 heimasigur á Ranheim