VIDEO: Ari og liðfelagarnir snýttir fyri brotsspark

(Video) Sìggj hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Sogndal 0-1 (0-0), har Ari Jónsson og liðfelagarnir ikki fingu týðandi døming við sær

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF vóru sera óhepnir ikki at fáa eitt upplagt brotsspark móti Sogndal ígjár

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF vóru sera óhepnir ikki at fáa eitt upplagt brotsspark móti Sogndal ígjár

Landsliðsaktuelli Ari Mohr Jónsson leikti allan dystin í verjuni hjá Sandnes ULF, ið á heimavølli tapti 0-1 móti gamla føroyingaliðnum, Sogndal í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

Sogndal vann 1-0 við einum máli Igoh Ogbu stútaði inn tá seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

Tað sum tey í Sogndal tó tosa mest um í dag dagin eftir dystin er støðan sum hendi tá eitt korter var eftir av dystinum. Eitt skot hjá Daniel Edvardsen í brotsteiginum hjá Sogndal bleiv steðgað við hondini av einum verjuspælara, men Sogndal fekk einki brotsspark frá dómaranum.

Sandnes er nummar 12 við 32 stigum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini nú bert fýra umfør eru eftir at leika. 11 stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum, og ikki minst støðuna har Sandnes ULF átti brotsspark: 

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF vóru sera óhepnir ikki at fáa eitt upplagt brotsspark móti Sogndal ígjár