VIDEO: Ári vann - Gilli tapti og Oddmar spældi ikki

(Video) Síggj hvussu Sandnes ULF vann 2-1 á Kongsvinger á útivølli

Tað gongur væl hjá Ára Mohr Jónsson í Sandnes ULF (Mynd: Sandnes ULF)

Tað gongur væl hjá Ára Mohr Jónsson í Sandnes ULF (Mynd: Sandnes ULF)

Tað gekk misjavnt hjá føroyingunum í norskum fótbólti hetta vikuskiftið.

Fyrr í kvøld tapti Brann Bergen 0-1 móti Vaalerenga. Herolind Shala skoraði sigursmálið stutt undan steðginum. Móti dystarenda trýsti Brann fyri at javna, men teir høvdu ikki eydnuna við sær.

Á plusssíðuni er tó, at Gilli Rólantsson spældi allan dystin fyri Brann Bergen.

Í næstbestu norsku fótbóltsdeildini sat Oddmar Færø á beinkinum allan dystin, tá lið hansara hetta árið út, HamKam tapti greitt 0-3 móti Sogndal á útivølli.

Føroysku sólsskinssøguna í norskum fótbólti hetta vikuskiftið eigur tó Ári Mohr Jónsson. Hansara góðu avrik fyri Sandnes ULF hava ført til, at partarnir hava longt sáttmálan tvey kappingarár aftrat.

Ígjár vunnu Ári Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF 2-1 á Kongsvinger á útivølli. Ári Mohr Jónsson spældi allan dystin fyri Sandnes ULF.

Christian Landu-Landu legði Sandnes ULF á odda tá bert fýra minuttir vóru farnir. Níggju minuttir undan steðginum javnaði Kongsvinger. Átta minuttir út í seinna hálvleik skoraði Kachi úr Nigeria sigursmálið fyri Sandnes ULF.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Kongsvinger og Sandnes ULF:

 

Tað gongur væl hjá Ára Mohr Jónsson í Sandnes ULF (Mynd: Sandnes ULF)