VIDEO: Brandur í hopla

(Video) FH er víðari í steypakappingini, eftir mál og gott avrik frá Brandi. Síggj hæddarpunktini her.

Brandur Hendriksson og FH eru víðari í íslendsku steypakappingini við 3-1 sigri á KR. Brandur Hendriksson Olsen spældi ein stóran leiklut. Hann skoraði, legði upp til mál og bleiv feldur, tá FH fekk brotsspark.

FH kom á odda aftaná tíggju minuttir, tá Brandur Hendriksson bleiv feldur í brotsteiginum. Steve Lennon umsetti til mál. Bara fáar minuttir seinni javnaði KR. Beint fyri hálvleik legði Brandur Hendriksson sjálvur FH á odda, tá hann skorar í aðru atløgu.

Sigurin verður staðfestur tjúgu minuttir fyri tíð, tá Brandur Hendriksson eigur innleggið til Morten Beck Guldsmed, ið stútar bóltin í málið til 3-1. Gunnar Nielsen sat á bonkinum allan dystin.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.