VIDEO: Brandur legði upp til sigursmálið hjá FH

(Video) Síggj hæddarpunktini frá føroyingauppgerðini Valur-FH 2-3 (0-0)

Brandur Olsen legði upp til sigursmálið, tá FH vann 3-2 á Vali á útivølli

Brandur Olsen legði upp til sigursmálið, tá FH vann 3-2 á Vali á útivølli

Talan gjørdist um eina føroyingauppgerð millum Val og FH á Origo-leikvøllinum í Reykjavík í gjárakvøldi. FH vann dystin 3-2.

Tað var tað ikki frá dystarbyrjan. Brandur Olsen kom á vøllin fyri FH tá 64 minuttir vóru farnir, og Kaj Leo í Bartalsstovu kom á vøllin fyri Val tá 72 minuttir vóru farnir. Gunnar Nielsen sat á beinkinum hjá FH.

Øll málini komu í seinna hálvleiki. Skotin, Steven Lennon legði FH á odda tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Innanfyri níggju minuttir skoraði danski Patrick Pedersen tvey mál fyri Val, og so var heimaliðið á odda 2-1. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini javnaði Björn Daníel Sverrisson fyri FH.

Brandur Olsen legði upp til sigursmálið við einum frísparki í 83. minutti, ið Morten Beck beindi víðari í málið til 3-2 til FH. Valsmenn meintu tó, at fríspark var gjørt móti málverjanum hjá Vali, Hann­esi Þór Hall­dórs­syni, og teir mótmæltu, men dómarin dømdi mál.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.

Nr.
1KR16 dystir113235:2036 stig
2Breiðablik1692531:1929
3FH1674522:2325
4HK1673623:1824
5Stjarnan1666426:2424
6Valur1672728:2423
7ÍA1664621:1922
8Víkingur R.1647525:2619
9Fylkir1554623:2619
10KA1661923:2819
11Grindavík1538412:1617
12ÍBV16121312:385

 

 

 

Brandur Olsen legði upp til sigursmálið, tá FH vann 3-2 á Vali á útivølli