Heimsins elsta fótbóltskapping, enska FA Cup kappingin sum hevur 149 ár á baki er í holt við triðja umfar hetta vikuskiftið.
Úrslitini higartil:
Wolves-Crystal Palace 1-0
Aston Villa-Liverpool 1-4
Boreham Wood-Millwall 0-2
Luton-Reading 1-0
Norwich-Coventry 2-0
Nottingham Forest-Cardiff 1-0
Everton-Rotherham 2-1
Chorley-Derby 2-0
Bournemouth-Oldham 4-1
Bristol Rovers-Sheffield United 2-3
Blackburn-Doncaster 0-1
Stevenage-Swansea 0-2
Stoke-Leicester 0-4
Wycombe-Preston 4-1
Exeter-Sheffield Wednesday 0-2
Burnley-MK Dons 5-4 (aftaná brotssparkskapping)
QPR-Fulham 0-2
Blackpool-West Brom 5-4 (aftaná brotssparkskapping)
Arsenal-Newcastle 2-0
Brentford-Middlesbrough 2-1
Huddersfield-Plymouth 2-3
Manchester United-Watford 1-0
Stóra søgan í annars søguríku FA Cup fótbóltskappingini hesaferð er, at Chorley FC úr landslutinum, Lanchashire sum spælir í National League North, tað sum svarar til sættu deild í enska fótbóltsliga-kervinum vann 2-0 á Derby County úr næstbestu ensku fótbóltsdeildini. Mongu ensku fótbóltsfjeppararnir elska at heppa á "The Underdog", og tekur Chorley FC allar yvirskriftirnar við 2-0 heimasigrinum á Derby County ígjár.
Connor Hall legði Chorley á odda tá bert 10 minuttir vóru eftir. Í 84. minutti sendi Mike Calveley Chorley í dreymaland, tá hann økti til 2-0.
Nú eru vónirnar stórar hjá Chorley FC at fáa eitt gott og spennandi lutakast til fjórða umfar.
Chorley FC varð stovnað í 1883, og spælir á Victory Park í Chorley sum hevur ein áskoðarakapasitet uppá 3.700, 900 sitipláss og 2.800 standipláss, ið eru loyvd í lægri enskum deildum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá minniliga dystinum hjá Chorley FC:
##med2##
HER ber til at síggja hópin hjá Chorley FC feira minniliga sigurin, tann størsta sigurin í 138 ára langu søguni hjá Chorley FC:
##med3##