VIDEO: Crawley úr fjórðu deild sendi Leeds úr FA Cup

(Video) Aftur í dag var ein stór sensasjón í ensku FA Cup kappingini

 

 

4. deildarliðið, Crowley Town vann á heimavølli 3-0 á Leeds United í 3. umfari í FA Cup kappingini

4. deildarliðið, Crowley Town vann á heimavølli 3-0 á Leeds United í 3. umfari í FA Cup kappingini

Hetta vikuskiftið verður triðja umfar í FA Cup kappingini avgreitt í Onglandi.

Úrslitini higartil: 

 

Wolves-Crystal Palace 1-0
Aston Villa-Liverpool 1-4
Boreham Wood-Millwall 0-2
Luton-Reading 1-0
Norwich-Coventry 2-0
Nottingham Forest-Cardiff 1-0
Everton-Rotherham 2-1
Chorley-Derby 2-0
Bournemouth-Oldham 4-1
Bristol Rovers-Sheffield United 2-3
Blackburn-Doncaster 0-1
Stevenage-Swansea 0-2
Stoke-Leicester 0-4
Wycombe-Preston 4-1
Exeter-Sheffield Wednesday 0-2
Burnley-MK Dons 5-4 (aftaná brotssparkskapping)
QPR-Fulham 0-2
Blackpool-West Brom 5-4 (aftaná brotssparkskapping)
Arsenal-Newcastle 2-0
Brentford-Middlesbrough 2-1
Huddersfield-Plymouth 2-3
Manchester United-Watford 1-0

Barnsley-Tranmere 2-1

Bristol City-Portsmouth 3-0

Chelsea-Morecambe 4-0

Cheltenham-Mansfield 2-1

Crawley-Leeds 3-0

Manchester City-Birmingham 3-0

Marine-Tottenham 0-5

Crawley Town FC, ið fyllir 125 ár í ár hevur givið sær sjálvum eina ótrúliga 125 ára føðingardagsgávu í dag við á heimavøllinum, Broadfield at vinna heili 3-0 á Premier League liðnum, Leeds United. Crawley sum spælir í fjórðbestu deildini, League Two stóð fyri einari sensasjón sum næstan var á støði við hana Chorley úr 6. deild stóð fyri ígjár, tá teir sendu Derby County úr næstbestu deildini úr FA Cup kappingini.

Øll málini hjá Crawley Town móti Leeds United komu í seinna hálvleiki. 

Nicholas Tsaroulla, Ashley Nadesan og Jordan Tunnicliffe syrgdu fyri við málum, ið vóru skorað innan 20 minuttir, at Crawley Town vann seg víðari til 4. umfar.

HER  ber til at síggja málini Crawley Town skoraði móti Leeds United:

##med2##

 

 

 

 

4. deildarliðið, Crowley Town vann á heimavølli 3-0 á Leeds United í 3. umfari í FA Cup kappingini

Málini: Crawley Town-Leeds United 3-0 (0-0)