VIDEO: Fantastiski 5-3 sigurin hjá Viljormi og Vejle

(Video) Síggj hvussu Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle vendu 2-3 til ein 5-3 sigur

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle vunnu ein rimmar 5-3 sigur á Hvidovre á heimavølli ígjár

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle vunnu ein rimmar 5-3 sigur á Hvidovre á heimavølli ígjár

Ígjár vunnu Viljormur í Heiðunum Davidsen og liðfelagarnir í Vejle ein rimmar 5-3 heimasigur á Hvidovre aftaná at hava verið aftanfyri 2-3 í steðginum. Viljormur var við frá dystarbyrjan. 

Vejle – Hvidovre 5-3 (2-3)
12. 1-0 Wahid Faghir
20. 1-1 Arlind Ajeti (selvmål)
21. 2-1 Arbnor Mucolli
30. 2-2 Nicklas Bjerre Schmidt
45. 2-3 Lirim Qamili
49. 3-3 Kjartan Finnbogason
66. 4-3 Kjartan Finnbogason
81. 5-3 Leonel Montano

Sigurin merkir, at Vejle framvegis er væl og virðiliga á uppflytingarkós. Vejle er greitt á odda í næstbestu fótbóltsdeildini við 54 stigum. Níggju stig eru niður til Fredericia og tíggju stig eru niður til Viborg, ið hava ávikavist 45 og 44 stig. Tað er bara nummar eitt í deildini sum flytur beinleiðis upp í Superliguna.

Átta umfør eru eftir at spæla í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. 

Komandi mikukvøld klokkan 17 spælir Vejle á útivølli móti Næstved, ið liggur næstaftast í deildini.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá ótrúliga 5-3 sigrinum hjá Vejle á Hvidovre: 

##med2##

 

 

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle vunnu ein rimmar 5-3 sigur á Hvidovre á heimavølli ígjár

Síggj hæddarpunktini: Vejle-Hvidovre 5-3 (2-3)