VIDEO: FM-finalurnar hjá KÍ í 1971 og í 1972

(Video) Dokumentarurin hjá Suna Merkistein um 66-liðið hjá KÍ, ið spældi FM-finalur móti HB í 1971, og aftur í 1972 er tøkur á YouTube

66-liðið hjá KÍ er tiltikið í føroysku fótbóltssøguni, og fyri nøkrum árum síðani gjørdi Suni Merkistein áhugaverdan dokumentarfilm um hetta evnaríka og stríðsfúsa fótbóltsliðið

66-liðið hjá KÍ er tiltikið í føroysku fótbóltssøguni, og fyri nøkrum árum síðani gjørdi Suni Merkistein áhugaverdan dokumentarfilm um hetta evnaríka og stríðsfúsa fótbóltsliðið

Í 1971 og 1972 spældi tiltikna 66-liðið hjá KÍ FM-finalur ár um ár í seinasta leikumfarinum í landskappingini.

Báðu ferðirnar, bæði í 1971 og í 1972 møtti KÍ javnaldranum, HB í seinasta leikumfarinum, og í báðum førum var talan um eina FM-finalu.

Í FM-finaluni í 1971 við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík var HB omaná og vann 2-1, og fór suður til Havnar við FM-gullinum.

Í FM-finaluni í 1972 á gamla vøllinum í Gundadali í Havn hevði KÍ sama útgangsstøðið, ið liðið hjá KÍ hevur á ovara vølli í Gundadali klokkan 15 seinnapartin í dag. Javnleikur var nóg mikið til at tryggja KÍ FM-gullið. Tað eydnaðist KÍ at knógva ein 1-1 javnleik heim, og harvið tryggja sær FM-gullið aftur, ið teir annars vunnu fimm ár á rað, árini 1966-1970.

Dugnaligi dokumentaristurin, Suni Merkistein gjørdi ein góðan dokumentarfilm fyri nøkrum árum síðani um 66-liðið hjá KÍ. Tveir berandi partar í hesum dokumentarfilminum eru FM-finalurnar KÍ leikti í 1971 og í 1972.

Ivan Eginsson Eysturland hevur lagt áhugaverda dokumentarin út á sína YouTube rás.

Dokumentarfilmurin hjá Suna Merkistein um m.a. FM-finalurnar í 1971 og í 1972 sæst her:

##med2##

 

 

66-liðið hjá KÍ er tiltikið í føroysku fótbóltssøguni, og fyri nøkrum árum síðani gjørdi Suni Merkistein áhugaverdan dokumentarfilm um hetta evnaríka og stríðsfúsa fótbóltsliðið

KÍ Klaksvík Golden Team 1966-1972 (»66 liðið«)