VIDEO: Føroyingaliðini í næstbestu norsku deildini taptu

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Start Kristiansand-Sandnes ULF 3-2 (0-1)

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF taptu á útivølli í Kristiansand

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF taptu á útivølli í Kristiansand

Odmar Færø er so smátt komin fyri seg aftaná skaða, og hann var á beinkinum hjá Ham-Kam allan dystin tá Ham-Kam á útivølli í Sandefjord tapti 0-2 móti Sandefjord í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

Ari Mohr Jónsson spældi allan dystin tá lið hansara, Sandnes ULF ígjár tapti 2-3 móti Start suðuri í Kristiansand.

Kent Eriksen legði annars Sandnes ULF á odda 1-0 beint undan steðginum. Men í seinna hálvleiki skoraði Martin Ramsland reint hattrick fyri Start Kristiansand áðrenn Kent Eriksen minkaði um munin til 2-3 við einum brotssparki móti dystarenda.

Komandi sunnudag tekur Ham-Kam móti Skeid. Sandnes tekur ímóti Sogndal sama dag.

Bæði Sandnes og Ham-Kam hava 32 stig, og hava bæði 12 stig niður til niðurflytingarstrikuna.

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Start Kristiansand og Sandnes ULF: 

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF taptu á útivølli í Kristiansand