VIDEO: Framúr upplegg til mál frá Viljormi

(Video) Sìggj tey trý málini Vejle fekk í 3-0 heimasigrinum móti Hvidovre

Viljormur Davidsen legði upp til eitt vakurt mál hjá Vejle farna sunnudag

Viljormur Davidsen legði upp til eitt vakurt mál hjá Vejle farna sunnudag

Viljormur Davidsen byrjaði á beinkinum, og fekk eitt lítið korter á vøllinum tá lið hansara, Vejle farna sunnudag vann 3-0 á Hvidovre á heimavølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

Viljormur átti eitt hegnisligt innlegg til Kjartan Finnbogason, tá hesin skoraði til 3-0, og staðfesti sigurin tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Sami Kjartan Finnbogason legði Vejle á odda 1-0 tá ein lítil tími var farin av dystinum. Mads Greve skoraði annað málið hjá Vejle tá 75 minuttir vóru leiktir.

Hósdagin klokkan 17 møtast Vejle og Roskilde í Vejle, og so er at vóna, at talan verður um meira føroyska spælitíð tá. 

Her ber til at síggja tey trý málini Vejle fekk móti Hvidovre

##med2##

Viljormur Davidsen legði upp til eitt vakurt mál hjá Vejle farna sunnudag

VB - Hvidovre 3-0 (15/09-2019)