VIDEO: Gilli og Brann fingu javnleik móti oddaliðnum

(VIDEO) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Brann Bergen-Molde 0-0

Gilli Rólantsson fekk 89 minuttir á vøllinum tá Brann Bergen leikti javnt 0-0 móti oddaliðnum, Molde

Gilli Rólantsson fekk 89 minuttir á vøllinum tá Brann Bergen leikti javnt 0-0 móti oddaliðnum, Molde

Gilli Rólantsson fekk 89 minuttir á vøllinum á Brann leikvøllinum í Bergen ígjár.

Brann Bergen tók móti oddaliðnum í bestu norsku fótbóltsdeildini, Molde sum Ole Gunnar Solskjær hevði vant um hann ikki hevði starv í Manchester.

Gilli legði upp til onkran málmøguleika, og Brann hevði fleiri málmøguleikar enn Molde, og hevði tað ikki verið óuppiborið um Brann fór við sigrinum.

Hóast tað ikki bleiv talan um ein sigur eru tey í Bergen upplyft av góða spælinum hjá Brann móti oddaliðnum.

Brann er nummar seks í bestu norsku fótbóltsdeildini við 35 stigum fyri 24 dystir. 10 stig eru upp til Odd Grenland sum liggur á triðja plássi, ið gevur rætt til at spæla undankappingardystir til Europa League komandi summar.

Her síggjast hæddarpunktini frá dystinum milllum Brann Bergen og Molde:

Gilli Rólantsson fekk 89 minuttir á vøllinum tá Brann Bergen leikti javnt 0-0 móti oddaliðnum, Molde