VIDEO: Gilli og liðfelagarnir vunnu á útivølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Rosenborg-Brann Bergen 2-3 (0-2)

Fótbóltslagið er gott í Bergen í kvøld. 

Brann Bergen vann í kvøld sín fyrsta dyst í norsku tippiliguni í 92 dagar, tá teir á útivølli á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi vunnu 3-2 á Rosenborg. Brann megnaði at skora tvey mál innanfyri ein minutt í fyrra hálvleiki. Stutt aftaná steðgin økti Brann Bergen til 3-0 áðrenn heimaliðið svaraði aftur við tveimum málum.

Gilli Rólantsson fekk seinasta korterið á vøllinum.

Sigurin munaði væl á stigatalvuni. Brann Bergen fekk hálað seg upp á ellinta plássið við 28 stigum. Fýra stig eru niður til 14. plássið, ið gevur upp- og niðurflytingardyst móti triðovasta liðnum í næstbestu deildini. Brann Bergen hevur átta stig niður til 15. plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting.

Seinast Brann Bergen vann ein dyst í tippiliguni var 24. august. Tá vann Brann Bergen 2-0 á Stabæk.

Komandi leygardag tekur Brann Bergen móti Aalesund, ið liggur langt aftast í deildini við bert 11 stigum, so tá skuldi verið góður møguleiki hjá Brann Bergen at fingið ein sigur.

Rosenborg - Brann Bergen 2–3 (0–2)

0–1: Robert Taylor (22.)
0–2: Daouda Bamba (23.) 
0–3: Sander Svendsen (47.)
1–3: Kristoffer Zachariassen (81.)
2–3: Hólmar Örn Eyjólfsson (90+4.)

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: