VIDEO: Gunnar og FH vunnu seg í hálvfinaluna í steypakappingini

(Video) FH vann 3-0 á Stjørnuni í fjórðingsfinaluni. Síggj málini her

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH hava vunnið seg í hálvfinaluna í íslendsku steypakappingini

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH hava vunnið seg í hálvfinaluna í íslendsku steypakappingini

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, og hann hevði sambært Morgunblaðnum onkra góða bjarging, tá FH í fjórðingsfinaluni í íslendsku steypafinaluni vann 3-0 á Stjørnuni.

Steven Lennon legði FH á odda tá fyrri hálvleikur var eitt sindur meir enn hálvliðin. Beint undan steðginum økti Ólafur Karl Finsen til 2-0, og tá 12 minuttir vóru farnir fór spenningurin í dystinum, tá  Þórir Jóhann Helgason økti til 3-0, ið gjørdist endaliga úrslitið.

Hálvfinalurnar vera leiktar miðskeiðis í oktober mánað. 

Steypafinalan verður leikt leygardagin 7. november, sama dag Betrideildin endar í Føroyum. 

HER ber til at síggja málini FH skoraði móti Stjørnuni í fjórðingsfinaluni: 

##med2##

 

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH hava vunnið seg í hálvfinaluna í íslendsku steypakappingini