VIDEO: Gunnar og FH vunnu týðandi sigur

(Video) Pepsi Max deildin: FH er í eini góðari gongd í løtuni við sigri í steypakappingini og nú í landskappingini

Tað er ikki uttan orsøk, at FH hálaði Gunnar Nielsen heim frá Nations League dystunum, tí liðið hevur vunnið seg víðari í steypakappingini, og í kvøld vunnið ein týðandi sigur á Breiðabliki í heiðursmerkjastríðnum.

Tað var bretski Steven Lennon, sum legði FH á odda á Kaplakrikavöllinum í Hafnarfirði eftir 34 minuttir, men beint fyri hálvleik javnaði Viktor Karl Einarsson fyri gestirnar úr Breiðabliki.

Í seinna hálvleiki skoraði Steven Lennon aftur, áðrenn Atli Guðnason setti punktum við máli til 3-1. Við sigrinum hevur FH 23 stig fyri 12 dystir á fjórða plássi, meðan Breiðabliki verður standandi á triðja plássi við somuleiðis 23 stigum. Síðani er Stjarnan á øðrum plássi við 24 stigum fyri 12 dystir.

Valur, við Heimi Guðjónsson sum venjara og føroysku Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnusi Egilssyni í hópinum, er greitt oddalið við 29 stigum fyri 13 dystir.

HER ber til at síggja málini frá dystinum:

Stigatalvan (mbl.is):

1Valur1392228:1229
2Stjarnan1266020:1024
3Breiðablik1372429:2123
4FH1272325:1723
5Fylkir1471621:2022
6KR1262423:1720
7HK1452724:3017
8Víkingur R.1236319:1815
9ÍA1342729:3214
10KA1328311:1414
11Grótta1313910:276
12Fjölnir1304911:324