Hoyr Jákup á Borg meta um 4. umfar í effodeildini

(Sending frá Rás2) Jákup á Borg vitjaði Rás2 í dag við einum risastórum vinningi. Nomið var eisini við 80 ára dagin hjá B36

Jákup á Borg (Savnsmynd)

Jákup á Borg (Savnsmynd)

(Tað nyttar einki at smsa inn til 559999 meðan lurtað verður eftir sendingini. Kappingin var lokin klokkan 16.55 í dag)

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", sum var á Rás2 har Jákup á Borg, spælandi hjálparvenjari hjá B36 vitjaði. Við sær hevði Jákup á Borg eitt gávukort uppá 2.200 krónur frá Bilrøkt. Talan var um eitt gávubræv uppá Meguiar´s lakkforsegling.

 

Í sendingini metti Jákup á Borg um teir fimm dystirnar, sum verða leiktir í effodeildini hetta vikuskiftið. Nomið var eisini við 80 ára dagin hjá B36. Í tí sambandinum vóru eisini styttri prát við B36-fjeppuna, Lissi Mouritsen og formanslegenduna, Kristian á Neystabø at hoyra.