VIDEO: Hallur Hansson skoraði í útisigri hjá AC Horsens

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Randers FC-AC Horsens 0-3 (0-1)

Her sæst Hallur Hansson saman við Jonas Thorsen, ið skoraði hini bæði málini hjá AC Horsens (Mynd: AC Horsens)

Her sæst Hallur Hansson saman við Jonas Thorsen, ið skoraði hini bæði málini hjá AC Horsens (Mynd: AC Horsens)

Hallur Hansson skoraði í dag sítt fimta mál fyri AC Horsens, tá hann og liðfelagarnir í niðurflytingarbólki 2 vunnu 3-0 á Randers FC á útivølli.

Randers FC og AC Horsens hava bæði tryggjað sær pláss í superliguni til komandi kappingarár. Nú kappast liðini um at vinna niðurflytingarbólk 2, og sostatt vinna rættin at spæla Play Off dystir um at sleppa at spæla í Europa League undankappingini. 

Í løtuni er AC Horsens á odda við 40 stigum. Randers FC er nummar tvey við 39 stigum. Tveir dystir eru eftir at spæla hjá AC Horsens í niðurflytingarbólki 2.

Komandi fríggjakvøld á útivølli móti Esbjerg sum er dottið niður í næstbestu deildina. Esbjerg er átta stig aftanfyri Hobro, ið endar nummar trý í bólki 2. Hobro skal spæla upp- og niðurflytingardystir móti næstovasta ella triðovasta liðnum í næstbestu deildini. 

Mikukvøldið 8. juli tekur AC Horsens móti Hobro. 

Randers FC – AC Horsens 0-3 (0-1)
0-1 Jonas Thorsen (22.)
0-2 Jonas Thorsen (83.)
0-3 Hallur Hansson (85.)

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Randers FC og AC Horsens:

##med2##

Her sæst Hallur Hansson saman við Jonas Thorsen, ið skoraði hini bæði málini hjá AC Horsens (Mynd: AC Horsens)

Hæddarpunkt: Randers FC-AC Horsens 0-3 (0-1)