VIDEO: Hallur Hansson vístur av vøllinum

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-OB 1-2 (1-1) har Hallur Hansson var vístur av vøllinum

Hallur Hansson byrjaði inni fyri AC Horsens tá teir í dysti á heimavølli í donsku superliguni tóku ímóti OB í dag. AC Horsens tapti dystin 1-2.

 

AC Horsens – OB 1-2 (1-1)

1-0 Peter Nymann (18.)
1-1 Bashkim Kadrii (26.)
1-2 Anders K. Jacobsen (81.)

 

Í seinna hálvleiki fekk Hallur Hansson tvey gul kort, har serliga tað seinna var ógvuliga ivasamt. Dómarin metti, at Hallur "filmaði" tá hann fór um koll í brotsteiginum. Fleiri danskir miðlar seta spurnartekin við avgerðina hjá dómaranum, Michael Tykgaard.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini, og eisini støðuna tá Hallur Hansson var vístur av vøllinum.

 

Ígjár tapti Vejle 1-3 ímóti FC Nordsjælland á heimavølli. Viljormur Davidsen kom á vøllin tá 16 minuttir vóru eftir av dystinum. Tá var støðan 3-0 til FC Nordsjælland.

 

Støðan í donsku superliguni:

 

livescore.com 

1

FCK

22

38

53

2

FC Midtjylland

23

34

53

3

OB

23

0

33

4

Brøndby 

23

3

32

5

Randers FC

23

-2

32

6

Esbjerg 

23

-3

32

7

FC Nordsjælland

23

2

31

8

AaB

23

1

31

9

AC Horsens

23

-9

31

10

AGF

23

0

30

11

SønderjyskE

23

-11

22

12

Hobro

23

-20

20

13

Vendsyssel FF

22

-16

19

14

Vejle 

23

-17

19