VIDEO: Hallur legði upp til mál í heimasigri

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-SønderjyskE 2-1 (2-0)

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens vunnu seinasta dystin undan vetrarsteðginum

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens vunnu seinasta dystin undan vetrarsteðginum

Hallur Hansson var inni allan dystin tá lið hansara, AC Horsens á heimavølli á CASA leikvøllinum í Horsens vann seinasta dystin í donsku superliguni undan vetrarsteðginum.

AC Horsens vann 2-1 á SønderjyskE. AC Horsens var á odda 2-0 í steðginum. Hallur var við at leggja upp til seinna málið.

AC Horsens – SønderjyskE 2-1 (2-0)
1-0 Louka Prip (15.)
2-0 Michael Lumb (38.)
2-1 Peter Christiansen (58.)

Talan var um týdningarmiklan sigur fyri AC Horsens, ið hevur fingið lyft seg væl frá teimum aftastu plássunum í donsku superliguni.

Danska superligan byrjar aftur 15. februar.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og SønderjyskE:

##med2##

Støðan (livescore.dk)

1 FC Midtjylland20 dystir162232 - 1350 stig
2 FC København19141435 - 2143
3 AGF20113634 - 2236
4 Brøndby IF20102837 - 2932
5 Randers FC2093835 - 2830
6 AaB2084831 - 2428
7 FC Nordsjælland2084834 - 3028
8 Lyngby2084826 - 3328
9 OB1983828 - 2227
10 AC Horsens20 dystir74918 - 3225 stig
11 SønderjyskE2057824 - 3422
12 Hobro20211720 - 2717
13 Esbjerg fB20341317 - 3513
14 Silkeborg20241425 - 4610

 

      

      

 

      

    

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens vunnu seinasta dystin undan vetrarsteðginum

AC Horsens 2-1 SønderjyskE | Highlights 2019 Superliga HD