VIDEO: Hallur og AC Horsens máttu lúta fyri FCK

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-FCK 0-2 (0-0)

 

 

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens taptu 0-2 móti FCK á heimavølli (Savnsmynd: Scanpix)

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens taptu 0-2 móti FCK á heimavølli (Savnsmynd: Scanpix)

Hallur Hansson spældi nærum allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í AC Horsens taptu 0-2 móti FC Keypmannahavn á heimavølli í Horsens í dysti í donsku superliguni.

AC Horsens megnaði at standa móti trýstinum í 81 minuttir, men so fekk FCK tvey mál innanfyri fáar minuttir, og tók harvið øll trý stigini við sær aftur til høvuðsstaðin.

Hallur Hansson fekk eitt gult kort longu í fyrsta minutti. Heimasíðan hjá AC Horsens staðfestir, at spælararnir hjá AC Horsens runnu nógv og stríddust nógv í øllum summarhitanum.

AC Horsens – FCK 0-2 (0-0)

0-1 Jonas Wind (81.)

0-2 Dame N’Doye (85.)

Komandi dystur hjá AC Horsens verður á útivølli móti Brøndby. Dysturin verður spældur sunnudagin 4. august.

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og FCK:

##med2##

 

 

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens taptu 0-2 móti FCK á heimavølli (Savnsmynd: Scanpix)