VIDEO: Hallur og AC Horsens taptu móti Midtjyllandi

(VIDEO) AC Horsens tapti á heimavølli móti FC Midttjylland. Heini Vatnsdal og Fremad Amager fingu málleysan javnleik móti Skive

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens taptu 0-2 á móti FC Midtjyllandi á heimavølli í dag

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens taptu 0-2 á móti FC Midtjyllandi á heimavølli í dag

Talan var ikki um tann besta føroyingadagin í donskum fótbólti í dag.

Í superliguni tóku Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens móti FC Midtjylland á CASA leikvøllinum í Horsens. Hallur fekk 86 minuttir á vøllinum í dag.

FC Midtjylland vann 2-0. Sory Kaba skoraði bæði málini fyri FC Midtjylland. Tað fyrra beint undan steðginum, og tað seinna tíðliga í seinna hálvleiki.

Heimasíðan hjá AC Horsens skrivar, at talan var um eitt gott leikligt avrik hjá AC Horsens, men heimaliðið tók ikki av málmøguleikunum. 

AC Horsens er nummar níggju av teimum 14 liðunum í donsku superliguni við seks stigum fyri fimm dystir. Komandi dystur hjá AC Horsens verður móti AGF á útivølli, mánakvøldið 19. august.

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og FC Midtjylland:

##med2##

Heini Vatnsdal var við frá byrjan, tá lið hansara, Fremad Amager spældi málleysan javnleik móti Skive á heimavølli í Sundby á Amager.

Í Amager eru tey ikki í iva um, at verjuspælari hjá Skive steðgaði bóltin við hondini í egnum brotsteigi heilt móti dystarenda, og tí kenna tey í Amager seg snýtt. Fremad Amager var nærri sigrinum í seinna hálvleiki, og í fyrra hálvleiki var Skive betri við.

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir kunnu tó ugga seg við, at teir framvegis eru ósigraðir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við fimm stigum fyri tríggjar dystir. Komandi fríggjakvøld spælir Fremad Amager heimadyst móti Nykøbing. 

Ígjár vunnu Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle 3-0 á Vendsyssel FF á útivølli. Málini síggjast HER.

Finnur Justinussen slapp ikki á vøllin, tá FC Roskilde á útivølli tapti 3-4 móti Kolding. 

 

 

 

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens taptu 0-2 á móti FC Midtjyllandi á heimavølli í dag

AC Horsens - FC Midtjylland 0−2 | Highlights 2019 HD