VIDEO: Hallur og hinir í Horsens stríddu seg til eitt stig

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Lyngby-AC Horsens 1-1 (1-1)

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Halli Hansson og liðfeløgunum í AC Horsens hetta kappingarárið, men í kvøld bragdaði á útivølli.

AC Horsens stríddi seg til eitt stig á útivølli ímóti Lyngby. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki.

Lyngby – AC Horsens 1-1 (1-1)
0-1 Bjarke Jacobsen (11.)
1-1 Victor Torp (36.)

AC Horsens hevur tó enn fyrsta stigið til góðar. Teir í Horsens hava tapt seks dystir og hava spælt tríggjar dystir javnar í teimum fyrstu níggju umførunum.

AC Horsens og Lyngby eru aftast í donsku superliguni við trimum stigum hvør. Fýra stig eru upp til Randers FC, ið hevur sjey stig.

Sunnudagin 29. november tekur AC Horsens móti Vejle, ið er felagið hjá VIljormi Davidsen, men Viljormur fær ikki nógva spælitíð í Vejle hetta kappingarárið.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Lyngby og AC Horsens: 

##med2##

 

 

Hæddarpunkt: Lyngby - AC Horsens 1-1 (1-1)