VIDEO: Hallur og hinir í Horsens vunnu á oddaliðnum

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum FC Midtjylland-AC Horsens 0-1 (0-1)

Talan gjørdist um ein rimmar sigur til Hall Hansson og liðfelagarnar í AC Horsens seinnapartin í dag, ið koppaðu oddaliðnum, FC Midtjylland á útivølli

Talan gjørdist um ein rimmar sigur til Hall Hansson og liðfelagarnar í AC Horsens seinnapartin í dag, ið koppaðu oddaliðnum, FC Midtjylland á útivølli

Føroyingaliðið í donsku superliguni, AC Horsens fekk eitt framúrskarandi úrslit í dag.

Hallur Hansson var við frá dystarbyrjan tá AC Horsens vann 1-0 á oddaliðnum, FC Midtjyllandi á útivølli í Herning. Louka Prip skoraði sigursmálið fyri AC Horsens tá 36 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki.

AC Horsens er nú nummar 10 av teimum 14 liðunum í donsku superliguni við 31 stigum. FC Midtjylland er framvegis oddalið við 62 stigum. Níggju stig eru niður til FC Keypmannahavn á øðrum plássi. 

Komandi sunnudag klokkan 16 tekur AC Horsens móti Brøndby á heimavølli.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum FC Midtjylland og AC Horsens:

##med2##

Talan gjørdist um ein rimmar sigur til Hall Hansson og liðfelagarnar í AC Horsens seinnapartin í dag, ið koppaðu oddaliðnum, FC Midtjylland á útivølli

Hæddarpunkt: FC Midtjylland-AC Horsens 0-1 (0-1)