VIDEO: Hallur og Jens Berthel vunnu fyrsta dystin í ár

(Video) So brast fyri nev hjá AC Horsens, ið hevur fingið síni fyrstu mál og sín fyrsta sigur í superliguni í ár

Loksins vunnu Hallur Hansson og Jens Berthel Askou saman við hinum í AC Horsens fyrsta sigurin í ár

Loksins vunnu Hallur Hansson og Jens Berthel Askou saman við hinum í AC Horsens fyrsta sigurin í ár

Tað hevur verið ein tung og trek byrjan hjá fyrrverandi høvuðsvenjaranum hjá HB aftaná hann tók yvir í AC Horsens, ið hevur Hall Hansson sum liðskipara.

Fyrstu tríggir dystirnir í superliguni vóru taptir við málmuninum 0-6. Tveir teir næstu dystirnar eydnaðist tað AC Horsens at halda málið reint, men teir skoraðu ikki sjálvir og máttu taka til takkar við tveimum 0-0 javnleikum.

Í kvøld brast fyri nev hjá Halli og Jens Berthel. AC Horsens vann á heimavølli á CASA leikvøllinum í Horsens sera týðandi 2-1 sigur á AaB við sigursmáli, ið var skorað av Nicolai Brock-Madsen fimm minuttir inni í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat. Hallur Hansson átti uppleggið til 1-0 leiðslumálið hjá AC Horsens.

AC Horsens – AaB 2-1 (1-0)
1-0 Lirim Qamili (31.)
1-1 Mathias Ross (90.)
2-1 Nicolai Brock-Madsen (95.)

Sunnudagin spælir AC Horsens útidyst móti FC Nordsjællandi.

AC Horsens er aftast í superliguni saman við Lyngby, men nú við 11 stigum. 10 stig eru upp til Vejle sum við metmanninum, Viljormi Davidsen sum liðskipara tapti 1-2 móti FC Keypmannahavn í Parkini í Keypmannahavn.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og AaB: 

##med2##

Loksins vunnu Hallur Hansson og Jens Berthel Askou saman við hinum í AC Horsens fyrsta sigurin í ár

Hæddarpunkt: AC Horsens-AaB 2-1 (1-0)