VIDEO: Hallur og liðfelagarnir mistu sigurin á stokkinum

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Esbjerg 1-1 (1-0), har Hallur Hansson og liðfelagarnir ikki tóku av møguleikunum

Hallur Hansson og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum tá teir møttu Esbjerg á heimavølli ígjár

Hallur Hansson og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum tá teir møttu Esbjerg á heimavølli ígjár

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens mistu tvey stig í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í dystinum móti Esbjerg á CASA leikvøllinum í Horsens ígjár.

AC Horsens kom á odda 1-0 tá ein stórur hálvur tími var farin av fyrra hálvleiki við máli sum Rune Frantsen skoraði.

Eftir hetta hevði AC Horsens fleiri stórar málmøguleikar enn botnproppurin í Superliguni, Esbjerg, men Hallur og liðfelagarnir tóku ikki av.

Nærum fýra minuttir inn í tíðina dómarin hevði lagt aftrat fekk Esbjerg brotsspark, ið Joni Kauko setti trygt í netið til endaliga úrslitið 1-1. Í Horsens meina tey ikki, at talan var um brotsspark, men dómarin meinti hond var á bóltinum.

Minuttin aftaná Esbjerg javnaði rakti Malte Kiilerich hjá AC Horsens tvørstongina hjá Esbjerg. Tað var seinasti málmøguleikin í dystinum.

AC Horsens er nummar 12 av teimum 14 liðunum í superliguni við 11 stigum fyri 11 dystir. Esbjerg liggur næstaftast við níggju stigum.

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og Esbjerg: 

##med2##

Hallur Hansson og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum tá teir møttu Esbjerg á heimavølli ígjár

AC Horsens 1-1 Esbjerg fB 30. SEPTEMBER 2019