VIDEO: Hallur og liðfelagarnir mistu týðandi sigur móti dystarenda

(Video) AC Horsens hevði ein 1-0 sigur í pottinum, men teir mistu hann 90. minutti

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens høvdu orsøk til at gremja seg í dag

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens høvdu orsøk til at gremja seg í dag

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens liggja aftast í niðurflytingarbólkinum í donsku superliguni við bert 13 stigum. 11 stig eru upp til triðaftasta plássi sum merkir bjarging til at spæla í donsku superliguni komandi ár.

AC Horsens lá væl fyri at fáa trý stig í dag tá teir tóku móti OB á CASA-leikvøllinum í Horsens. Louka Prip fekk AC Horsens á sigurskós tá ein stórur hálvur tím var spældur av dystinum. Í 90. minutti javnaði Issam Jebali fyri OB aftaná hornaspark, ið var sera óheppið fyri AC Horsens.

Hallur Hansson kom á vøllin fyri AC Horsens tá 66 minuttir vóru spældir av dystinum.

AC Horsens – OB 1-1 (1-0)
1-0 Louka Prip (33.)
1-1 Issam Jebali (90.)

Komandi leygardag spælir AC Horsens á útivølli móti SønderjyskE.

NrLiðDystirVJTMálmunur
1 OB2378826 - 2929 stig
2 Sønderjyske22841030 - 3228
3 AaB2277824 - 3028
4 Vejle22661025 - 3724 stig
5 Lyngby22551225 - 4320
6 AC Horsens23271416 - 3813 stig

 

 

HER síggjast hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og OB:  

##med2##

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens høvdu orsøk til at gremja seg í dag

Hæddarpunkt: AC Horsens-OB 1-1 (1-0)