VIDEO: Hallur og liðfelagarnir vunnu fyrra dystin móti Vendsyssel

(Video) Føroyingafeløgini, AC Horsens og Vejle vunnu á útivølli. Heini Vatnsdal og Fremad Amager vunnu eisini á útivølli í dag

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens vunnu 1-0 á Vendsyssel FF á útivølli, og hava eitt gott útgangsstøði til returdystin í Horsens um eina viku

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens vunnu 1-0 á Vendsyssel FF á útivølli, og hava eitt gott útgangsstøði til returdystin í Horsens um eina viku

Tað gjørdist ein góður dagur fyri føroyingaliðini í donskum fótbólti í dag.

Í bestu donsku deildini vunnu Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens fyrra av tveimum dystum at sleppa undan at spæla niðurflytingardystir. AC Horsens vann á útivølli 1-0 á Vendsyssel FF, og hava Hallur og liðfelagarnir eitt gott útgangsstøðið til returdystin á heimavølli um eina viku. Nicolai Brock-Madsen skoraði sigursmálið hjá AC Horsens tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

##med2##

Viljormur Davidsen hevði leikbann, men liðfelagarnir í Vejle megnaðu uttan hansara hjálp at vinna 1-0 á Hobro í útivølli í tí fyrra av tveimum dystum at sleppa undan at spæla niðurflytingardystir. Íslendski Kjartan Finnbogason skoraði sigursmálið fyri Vejle í fyrra hálvleiki.

Heini Vatnsdal var við frá byrjan tá hann og liðfelagarnir í Fremad Amager vunnu góðan 2-1 sigur á Hvidovre á útivølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Samson Lyede skoraði tvey mál fyri Fremad Amager áðrenn Hvidovre móti dystarenda minkaði um munin til 1-2. 

Fremad Amager er nummar trý í næstbestu deildini. Teir eru eitt stig frammanfyri Næstved við 50 stigum nú tvey umfør eru eftir at leika. Endar Fremad Amager á øðrum ella triðja plássi í deildini sleppa teir at spæla tveir uppflytingardystir móti einum liði úr superliguni. Tað kann blíva Vejle ella AC Horsens um hesi liðini ikki greiða sín setning komandi sunnudag. 

Komandi sunnudag spælir Fremad Amager á heimavølli móti Silkeborg, ið er oddalið í deildini við 54 stigum.

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens vunnu 1-0 á Vendsyssel FF á útivølli, og hava eitt gott útgangsstøði til returdystin í Horsens um eina viku

Vendsyssel FF - AC Horsens (12-5-2019)