VIDEO: Hallur og liðfelagarnir vunnu sannførandi

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Vendsyssel 3-0 (0-0). Vejle tapti í dag

Eydnan var misjøvn hjá føroysku landsliðsspælarunum í donsku superliguni í dag. Viljormur Davidsen spældi allan dystin tá lið hansara, Vejle tapti 0-1 ímóti OB á útivølli í Odense. Jacob Laursen skoraði sigursmálið stutt undan steðginum.

 

Hallur Hansson fekk 84 minuttir á vøllinum tá lið hansara, AC Horsens á heimavølli vann 3-0 á gamla felagnum hjá Halli, Vendsyssel FF. Í steðginum var javnleikur 0-0, men í 34. minutti fekk Vendsyssel FF mann vístan av vølli, og so var dúkað hjá AC Horsens at taka av møguleikunum í seinna hálvleiki.

 

AC Horsens – Vendsyssel FF 3-0 (0-0)


1-0 Mads Juel Andersen (54.)
2-0 Jonas Borring (57.)
3-0 Mads Juel Andersen (74.)

 

Sigurin merkir, at Hallur Hansson og liðfelagarnir eru nú nummar fimm í donsku superliguni. Seks tey ovastu liðini aftaná grundspælið fara víðari til endaspælið. 

 

Komandi sunnudag tekur AC Horsens ímóti AB. Komandi leygardag tekur Vejle ímóti FC Nordsjælland. AC Horsens er nummar fimm í superliguni við 31 stigum. Vejle er triðaftast við 19 stigum. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Vendsyssel FF 3-0 (0-0).