VIDEO: Hallur skoraði í sigri móti Brøndby á útivølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Brøndby-AC Horsens 1-2

Hallur Hansson legði AC Horsens á odda móti Brøndby longu í fimta minutti (Mynd: Scanpix)

Hallur Hansson legði AC Horsens á odda móti Brøndby longu í fimta minutti (Mynd: Scanpix)

Hallur Hansson var við frá byrjan og spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir á útivølli vunnu 2-1 á Brøndby í dysti í donsku superliguni. 

Hallur Hansson legði AC Horsens á odda við einum góðum stútara tá bert fimm minuttir vóru farnir av dystinum. Bert fimm minuttir seinni javnaði Brøndby. AC Horsens fekk sigursmálið tá ein tími var farin. Talan var um eitt sjálvmál, ið finski verjuspælarin hjá Brøndby, Paulus Arajuuri gjørdi tá hann snittaði bóltin í egið mál. 

Komandi sunnudag tekur AC Horsens móti FC Midtjylland á CASA leikvøllinum í Horsens.

Brøndby  – AC Horsens 1-2 (1-1)
0-1 Hallur Hansson (5.)
1-1 Kamil Wilczek (10.)
1-2 Sjálvmál (60.)

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:

##med2##

Støðan:

Superliga (livescore.dk)
1 FCK4 dystir4009 - 412 Stig
2 FC Midtjylland44005 - 112
3 Brøndby42119 - 67
4 SønderjyskE42117 - 47
5 OB42029 - 76
6 FC Nordssjælland42027 - 56
7 Hobro41307 - 66
8 AC Horsens42025 - 66
9 Randers41218 - 75
10 AaB41124 - 54
11 Lyngby31023 - 73
12 AGF30122 - 41
13Esbjerg40131 - 51
14Silkeborg40043 - 120

Hallur Hansson legði AC Horsens á odda móti Brøndby longu í fimta minutti (Mynd: Scanpix)

Brøndby IF - AC Horsens (4-8-2019)