VIDEO: HB kann ergra seg - Linfield vann á útivølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Europa League dystinum FK Sutjeska-Linfield FC 1-2 (1-1), ið var leiktur ígjár

Adrian Justinussen og liðfelagarnir í HB, og føroyskur fótbóltur í síni heild kann veruliga ergra seg nú Linfield FC hevur vunnið á útivølli í Montenegro ígjár

Adrian Justinussen og liðfelagarnir í HB, og føroyskur fótbóltur í síni heild kann veruliga ergra seg nú Linfield FC hevur vunnið á útivølli í Montenegro ígjár

Linfield FC sum fýra ferðir av fimm ferðum hevur vunnið teprar sigrar á føroyskum liðum í evropeiskum kappingum, og sum sendi HB tepurt út úr Europa League í farnu viku við einum samlaðum 3-2 sigri fekk eitt rimmar úrslit ígjár.

Í fyrra dystinum í 3. undanumfarinum í Europa League kappingini ígjár vann Linfield FC ein rimmar 2-1 sigur á FK Sutjeska úr Montenegro, og gevur tað Linfield FC, ið vanliga hevur ein sterkan heimavøll á Windsor Park í Belfast góðar møguleikar at vinna seg víðari til 4. undanumfar.

FK Sutjeska legði seg tíðliga á odda, men við tveimum málum frá Kirk Millar eydnaðist tað norðurírska meistaraliðnum at venda dystinum, og fáa ein rimmar 2-1 sigur. 

Samstundis er hetta erguligt fyri HB og føroyskan fótbólt, tá ein hugsar um hvussu nógvar málmøguleikar HB hevði í heimadystinum móti Linfield FC, ið endaði 2-2.

Føroysku avrikini móti norðurírsku liðunum vóru gjøgnumgangandi sløk í ár. B36 tapti 0-2 og 2-3 móti Crusaders. NSÍ tapti 0-2 úti og svam í málmøguleikum móti Ballymena í heimadystinum, men megnaði bara javnleik 0-0 heima. 

Her síggjast hæddarpunktini frá dystinum FK Sutjeska-Linfield FC, ið var spældur ígjár. Samstundis kunnu vit staðfesta, at munurin á UEFA Ranking listanum millum Føroyar og Norðurírland er øktur enn meira við sigrinum hjá Linfield í Montenegro í gjár:

##med2##

Í 2012 spældi Linfield FC móti B36 í Champions League undankappingini. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 0-0. Linfield vann seg víðari aftaná brotssparkskapping í Gundadali frammanfyri 1.900 áskoðarum.

Í 2013 vann Linfield 2-0 á ÍF á Tórsvølli og 3-0 á Windsor Park í undankappingini til Europa League.

Í 2014 vann Linfield 2-1 á B36 á Tórsvølli í Europa League undankappingini. B36 megnaði javnleik 1-1 á WIndsor Park, men Linfield vann samanlagt 3-2.

Í 2015 vann Linfield 2-0 á NSÍ á Windsor Park, men tapti 3-4 móti NSÍ á Svangaskarði, og slapp víðari í Europa League undankappingini við einum samlaðum 5-4 sigri.

(Kelda: Faroesoccer)

Burtursæð frá uppiborna sigrinum hjá Linfield móti ÍF í 2013 eru hetta erguligar løtur fyri føroyskan fótbólt. 

 

 

Adrian Justinussen og liðfelagarnir í HB, og føroyskur fótbóltur í síni heild kann veruliga ergra seg nú Linfield FC hevur vunnið á útivølli í Montenegro ígjár

FK Sutjeska v Linfield 6/8/19