VIDEO: Heini mundi sent Viljorm upp í superliguna

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Fremad Amager-Viborg FF 2-2 (1-1), har tað eydnaðist Viborg seint í dystinum at javna til 2-2

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager eru nú leysir frá niðurflytingarvandanum

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager eru nú leysir frá niðurflytingarvandanum

Tað var um reppið, at Heini Vatnsdal saman við liðfeløgunum í Fremad Amager sendu Viljorm Davidsen og hinar í Vejle upp í superliguna ígjár.

Fremad Amager var leingi á odda 2-1 móti Viborg FF í seinna hálvleiki, og hevði tann leiðslan hjá Fremad Amager hildið hevði Vejle verið staðfestur uppflytari til superliguna ígjár.

Viljormur Davidsen fekk eitt korter á vøllinum tá lið hansara, Vejle ígjár vann 2-0 á Vendsyssel FF á útivølli. Bæði málini komu í seinna hálvleiki.

Reda Rabai legði Fremad Amager á odda 1-0 tá 13 minuttir vóru farnir av dystinum við einum rimmar frísparki. 11 minuttir seinni javnaði Viborg FF til 1-1. Tá 12 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki fumlaði málverjin hjá Viborg FF bóltin í málið. Fremad Amager var á sigurskós til heilt fáir minuttir vóru eftir av dystinum, men tað eydnaðist Viborg FF at javna, og harvið leingja uppflytingarstríðið minst eitt umfar aftrat.

Fremad Amager hevur bjargað sær plássinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Heini og liðfelagarnir í Fremad Amager hava 42 stig. 10 stig eru niður til niðurflytingarstrikuna, og tá bert níggju stig eru eftir at spæla um eru teir á Amager komnir uppá turt. 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Fremad Amager og Viborg FF:

##med2##

HER  ber til at síggja hvussu Vejle vann 2-0 á Vendsyssel FF.

 

 

 

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager eru nú leysir frá niðurflytingarvandanum

Hæddarpunkt: Fremad Amager-Viborg FF 2-2 (1-1)