VIDEO: Heini og liðfelagarnir vunnu sera týðandi dyst

(Video) Síggj hvussu Fremad Amager við Heina Vatnsdal á liðnum vann stórsigur 4-0 á Nykøbing

Mynd: Fremad Amager

Mynd: Fremad Amager

Heini Vatnsdal var við frá byrjan á leikvøllinum í Sundby á Amager fyrrakvøldið, tá Fremad Amager vann 4-0 á Nykøbing í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

Undan dystinum hevði Fremad Amager bert trý stig niður til niðurflytingarstrikuna, har Nykøbing er við 32 stigum. Við frálíka sigrinum hevur Fremad Amager togað seg uppá 38 stig, og hava amagerkanarnir nú seks stig niður til niðurflytingarstrikuna. Fimm umfør og 15 stig eru eftir at spæla um.

Mikukvøldið fekk Fremad Amager øll fýra málini í fyrra hálvleiki. Tá 40 minuttir vóru farnir av dystinum var støðan 4-0, og tí var nátúrligt, at tað ikki hendi so nógv í seinna hálvleiki. Trý tey seinastu málini skoraði Fremad Amager uppá 10 minuttir. 

Í morgin klokkan 14 spælir Fremad Amager á útivølli móti gamla føroyingaliðnum, Vendsyssel FF. Nykøbing sum er liðið Fremad skal halda fjarstøðu til spælir torføran útidyst móti Viborg, ið liggur næstovast í deildini.

HER ber til at síggja hvussu Heini Vatnsdal og liðfelagarnir vunnu sannførandi á Nykøbing á heimavølli:

##med2##

Mynd: Fremad Amager

Hæddarpunkt: Fremad Amager-Nykøbing 4-0 (4-0)