VIDEO: Helsingborg vann seg uppum niðurflytingarstrikuna

(Video) Brandur H. Olsen kom inn í 84. minutti, og fekk lut í týðandi heimasigri hjá Helsingborg

Brandur H. Olsen fekk nakrar minuttir á vøllinum tá lið hansara, Helsingborg vann 3-2 á Norrkøping á heimavølli

Brandur H. Olsen fekk nakrar minuttir á vøllinum tá lið hansara, Helsingborg vann 3-2 á Norrkøping á heimavølli

Helsingborg hevur leingi longst eftir einum sigri í Allsvenskuni aftaná fleiri javnleikir og nøkur tap, og loksins kom Helsingborg á vinnaraslóðina aftur ígjár við einum 3-2 heimasigri á Norrkøping.

Brandur H. Olsen kom á vøllin í 84. minutti. Tá var Helsingborg á odda 3-2. Helsingborg var á odda 2-1 í steðginum. Sigursmálið kom fáar minuttir áðrenn Brandur kom á vøllin.

Við sigrinum fekk Helsingborg togað seg røttumegin niðurflytingarstrikuna, har liðið nú hevur 13 stig. Tó er bert eitt stig niður á 14. plássi, ið er skeivu megin niðurflytingarstrikuna.

Komandi hóskvøld spælir Helsingborg móti Sirius á útivølli.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-2 sigrinum hjá Helsingborg á Norrkøping:

##med2##

 

 

 

Brandur H. Olsen fekk nakrar minuttir á vøllinum tá lið hansara, Helsingborg vann 3-2 á Norrkøping á heimavølli

Hæddarpunkt: Helsingborg-Norrkøping 3-2 (2-1)